Innanlands

Mannarættindini fyllla 70 ár – eru tey framvegis besta boð?

Í dag eru sjeyti ár síðani, at Heimsyvirlýsingin um mannarættindi nærum einmælt varð samtykt av aðafundinum í ST

2018-12-10 08:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag eru sjeyti ár síðani, at Heimsyvirlýsingin um mannarættindi nærum einmælt varð samtykt av aðafundinum í ST. Hesi 30 rættindini, sum staðfesta rættin til lív, frælsi og trygd. Eitt virðiligt lívsgrundarlag. Rættvísi fyri lógini. Og frítt at trúgva, hugsa og tala. Hvussu hava tey tað?

Hvør er støðan anno 2018? Eru hesi rættindi hótt ella framvegis besta boð?

Henda spurning hevur Amnesty sett 15 ymiskum fakfólkum og persónligheitum. Onkur metir ikki, at vit hava nakað at skála fyri. At mannarættindini fevna ov breitt. At mannarættindini missa undirtøku og verða avvíst, tá etisk virði verða inntulkað, sum menniskju rímiligt kunnu halda ymiskt um. At tíðin er komin til, at Heimsyvirlýsingin um mannarættindi verður endurskoðað. Meðan onnur undirstrika, at Heimsyvirlýsingin er stavnshaldið hjá teimum, sum vilja arbeiða fyri einum betri heimi. Og tá vit dagliga hoyra um rørslur, sum á óhugnaligan hátt minna um tær mannóndu fasistisku og nazistisku rørslur, ið førdu til týningarnar undir heims ardaganum, so er tað avgerðandi at vit leita fram tey minni, sum vórðu frísk í 1948, tá yvirlýsingin varð samtykt.

Vónin er bjartasti brandur

Ímyndin av Amnesty International er brennandi kertuljósið. Altjóða mannarættindadagin heitir Amnesty á øll um at tendra ljós. Siðurin stavar frá stovnaranum Peter Benenson, sum fekk íblástur frá kinesiska orðafellinum: “Tað er betri at tendra eitt ljós, enn at biðja ilt yvir myrkrið”.

Peter Benenson segði: “- Ljósið brennur ikki fyri okkum. Tað brennur fyri øllum teimum, sum vit ikki hava megnað at bjargað. Sum vórðu skotin. Sum vórðu pínd. Sum vórðu rænd. Sum hvurvu. Tað er teimum, ljósið brennur fyri.” (Peter Benenson, stovnarin av Amnesty International, 1961)

JASMIN, brævaskriving og pitsa á Reinsarínum

Amnesty hátíðarheldur Mannarættindadagin í kvøld á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Ungdómsbólkurin hjá Amnesty Føroyum bjóðar til konsert við JASMIN og brævaskriving. Vit fara at tendra ljós. Og vit fara at skála fyri teimum 30 rættindunum, sum vit halda, framvegis eru besta boð uppá ein tryggan gerandisdag.

- Amnesty International Føroya Deild

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder