Innanlands

Margretha drotning vitjar á Strondum

Drotningin vitjar á Strondum sunnudagin 18. juli, og tá fer drotningin m.a. at vitja Sjóvar kirkju

(Mynd: Liselotte Sabroe)

(Mynd: Liselotte Sabroe)

2021-06-30 14:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 14. til 19. juli vitjar Margretha drotning í Føroyum.

Á ferðini vitjar drotningin í Havn, Klaksvík, Svínoy, Fuglafirði, Vestmanna, Kvívík, Vatnsoyrum, Miðvági, Toftum og á Strondum.

Drotningin vitjar á Strondum sunnudagin 18. juli, og hevur Sjóvar kommuna longu kunngjørt eina skrá:

Kl. 14.15 verður móttøka við Sjóvar kirkju. Borgarstjórin, Artur Johansen og frú Marjun Johansen taka ímóti við kirkjuna, har drotningin eisini fær høvi til at heilsa upp á restina av kommunustýrinum. Borgarstjórin bjóðar vælkomin og fylgir síðani drotningini inn í kirkjuna har Kári í Garði, kirkjuráðslimur, sigur frá um kirkjuna. Í kirkjuni fer kvinnukórið Silvitni at syngja fyri drotningini. Eftir vitjanina í kirkjuni verður drotningin við fylgi boðin til ein kaffimunn í kirkjuhúsinum.

Kl. 15.10 vitjar drotningin Snælduna, har Kalli og Mia Olsen taka ímóti. Maja Skaale Olsen vísir drotningini runt á virkinum og greiðir frá arbeiðsgongdini á Snælduni.

Kl. 16.00 verið farið við bili aftur til Havnar.

Les eisini: Umfatandi skrá: Drotningin vitjar tíggju býir og bygdir í Føroyum

Les eisini: Drotningavitjan í Klaksvík og í Svínoy 16. juli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder