"Vit kunnu ikki liva av at klippa hvørjum øðrum”, verður onkuntíð sagt. Sipað verður tá til, at tey sum klippa fólki ikki skapa nøkur virði. Men hetta hevur Mariann Klein Ivansdóttir so dyggiliga gjørt til skammar við at gera hármóta til eina útflutningsvøru og sláa sítt navn fast á altjóða mótapallinum sum ein av fremstu hársniðgevunum í heiminum.
Mariann byrjaði sína yrkisleið sum 22 ára gomul heima í kjallaranum hjá foreldrunum. Í dag eigur hon salongina Royal Intercoiffure í Havn og eisini Balmain-handil í Illum í Keypmannahavn. Harumframt er hon Balmain-umboð í Danmark og soleiðis veitari til yvir 100 danskar salongir. Seinastu 13 árini hevur hon verið master trainer hjá Balmain og undirvísir javnan frisørum í Danmark og aðrastaðni við.
Í 2013 varð Mariann upptikin í altjóða elitufelagsskapin Intercoiffure og síðani hevur altjóða yrkisleið hennara veruliga tikið dik á seg. Hon hevur m.a. verið við til at gera heimskollektiónir hjá Intercoiffure - sokallaðar Mondial kollektiónir - har hármótin verður útviklaður, og í 2018 gjørdist hon art director fyri Intercoiffure Danmark og bestemmar nú danska hármótan. Mariann er eisini partur av útvalda backstage-toyminum hjá Balmain, sum ger hár til stórslignu mótashowini í París.
Royal Intercoiffure, ein altjóða frisørsalong í Havn
Royal Intercoiffure í Havn er partur av altjóða Intercoiffure-netverkinum, ið er at rokna sum superligan av frisørsalongum. Hjá Royal starvast sjey frisørar, sum javnan hava spennandi uppgávur uttanlands. Eitt nú gjørdu tær hár til Illum-showið í september í fjør og showið hjá Bitte Kai Rand til Copenhagen Fashion Week í ár.
"Altjóða uppgávurnar og avbjóðingarnar eru við til at menna frisørarnar hjá Royal og at halda høga støðið, sum krevst av eini Intercoiffure-salong,” sigur Mariann Klein Ivansdóttir.
Vaksandi altjóða avbjóðingar
Vaksandi uppgávurnar uttanlands krevja alsamt meiri av hennara tíð. Og tað er júst tíðin, sum er vorðin størsta avbjóðingin hjá Mariann, sum er burtur í arbeiðsørindum umleið tvær vikur um mánaðin.
Tí hevur hon nú tikið stig til at skipa virksemið soleiðis, at hon bæði fær møguleika at røkja krevjandi altjóða uppgávurnar og framhaldandi at menna virksemið í Føroyum. Heidi Lind Nolsøe er sett sum nýggjur salon manager við ábyrgd av dagliga virkseminum, og eisini er nýggj nevnd sett at taka sær av yvirskipaða virkseminum.
"Við hesum fái eg meiri tíð til krevjandi uppgávurnar sum art director og undirvísari uttanlands, og eisini til at menna frisørarnar á salongini, so teir kunnu geva kundunum enn betri tænastu og upplivingar á altjóða støði,” sigur Mariann Klein Ivansdóttir.
Sum eitt úrslit av aljtóða virkseminum hjá Mariann, verður árliga kongressin hjá Intercoiffure Danmark hildin í Føroyum í 2019, har fleiri enn 100 toppfrisørar luttaka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald