Í gjár samtykti býráðið í høvuðsstaðnum at 94 leiguíbúðir skulu gerast undir Kongavarða. Tað er MARK, sum skal gera íbúðirnar, og tað ber longu til at skriva seg upp til at leiga.
Les eisini: Ovurstórur áhugi fyri leiguíbúðunum
Eftir býráðsfundin í gjár var borgarafundur um verkætlanina, og tað eru fleiri, sum búgva í økinum, sum eru ónøgd við handfaringina av málinum frá býráðsins síðu. Millum annað vísti Berit W. Samuelsen, formaður í einum eigarafelagi undir Kongavarða á, at fólk í grannalagnum ikki eru hoyrd í málinum fyrr enn eftir býráðssamtyktina.
Les eisini: Stór ónøgd undir Kongavarða
Men Marin Katrina Frýdal, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu sigur, at tað enn er langt eftir á mál við verkætlanini. Hon sigur at íbúgvar fara at verða hoyrdir, tá byggisamtyktin skal broytast.
- Tað, sum varð samtykt í gjár var eitt skipanaruppskot. Tað er enn langt eftir á mál, og tá byggisamtyktin skal broytast, verður góð tíð at gera viðmerkingar frá eitt nú grannunum, sigur Marin Katrina Frýdal. Hon sigur eisini, at borgarafundurin í gjár júst var fyri, at borgararnir í grannalagnum skulu verða hoyrdir í málinum.
- Tú kanst altíð diskutera, nær rætta tíðin at hava borgarafund er, men vit høvdu hann so í gjár. Endamálið er at fólk í grannalagnum skulu koma til orðana, greiðir býráðslimurin frá.
Skulu verða betri til ferðslutrygd
- Kommunan hevur kanska ikki verið nóg góð til at skilja byggipláss og bústað, greiðir Marin Katrina Frýdal. Hon vísir á, at fleiri fólk nevndu trupulleikan við ferðslutrygd og at foreldrini ikki tora at lata børnini ganga í skúla, tí tey ikki halda tað vera trygt fyri børnini.
- Tað gongur jú ímóti øllum politikkinum, um at fáa fólk at ganga meira, greiðir Marin Katrina Frýdal frá. Hon viðgongur eisini, at fólk í nýbygdum økjum ofta skulu hava gott tol, tí tað ofta kann kennast, sum tey búgva í einum varandi byggiplássi. Men hon sigur eisini at meirilutin í býráðnum í gjár lovaði, at meira skal gerast fyri at ferðslutrygdin verður betri og at børn kunnu fara trygg til gongu í skúla. Eitt annað, sum tey hava lovað er, at telduskipanir, sum kunnu vísa at nýggju bygningarnar, sum verða gjørdir, ikki fara at skugga fyri sólini hjá gomlu bygningunum.
- Arkitekturin segði, at íbúðirnar ikki fara at skugga yvir gomlu bygningarnar. Men tað varð eisini lovað, at ein telduskipan, sum vísur sólargangin allar tíðir í døgninum skal gerast, leggur býráðslimurin afturat.
Kommunan ikki ábyrgd av parkering
Ein trupulleiki, sum vístur verður á av eitt nú Berit W. Samuelsen er, at tað verða ov fá parkeringspláss undir Kongavarða, um 200 fleiri fólk skulu flyta inn. Sum skilst mangla longu parkeringspláss. Men Marin Katrina Frýdal vísir á, at tað eisini kann vera ein spurningur, um fólk ikki hava ov nógvar bilar.
- Tað er spurningurin, um kommunan hevur til uppgávu at finna parkeringspláss til øll, tá fólk hava fleiri bilar til hvørt húskið, sigur Marin Katrin Frýdal, sum vísir á at nøkur húski hava upp til fýra bilar, at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald