2018-10-27 11:16
Kommunan skrivaði herfyri út eina jólateknikapping, har vinnandi tekningin skuldi myndprýða jólakortini hjá kommununi. Tá ið freistin var farin, vóru 43 tekningar komnar inn, og vinnarin gjørdist 10 ára gamla Marita Isaksen, sum gongur í 4.d á Skúlatrøð.
Í gjár vitjaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í skúlanum, har hann handaði Maritu eina gávu og fyrsta jólakortið.
Klaksvíkar kommuna ynskir Maritu hjartaliga til lukku við vinninginum, og takkar øllum fyri tær mongu vøkru tekningarnar, sum komu inn. Tekningarnar verða hongdar sum jólaprýði í Býráðshúsinum á Nólsoyar Pálsgøtu 32, tá ið jólini nærkast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald