Uttanlands

Marius Borg Høiby hevur enn ikki úttalað seg til løgregluna

Skuldsetingin móti soninum hjá norsku krúnprinsessuni um harðskap stendur við, og løgreglan kannar framvegis hendingina undanfarnu sunnunátt

Marius Borg Høiby og mamma hansara, Mette-Marit krúnprinsessa (Savnsmynd: EPA)

Marius Borg Høiby og mamma hansara, Mette-Marit krúnprinsessa (Savnsmynd: EPA)

2024-08-13 11:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, hevur enn ikki greitt løgregluni frá, hvat tað var, sum hendi sunnunáttina 4. august, tá løgreglan fekk boð um, at ein harðskapshending fór fram í eini íbúð í Frogner býarpartinum í Oslo.

Tað var sunnudagin 4. august um middagsleitið, at løgreglan fekk boð um hendingina. Eftir frágreiðingar og kanningar á staðnum, valdi løgreglan at skuldseta 27 ára gamla Marius Borg Høiby.

Tað skrivar løgreglan í tíðindaskrivi í dag, sambært NRK.

Les eisini: Sonur norsku krúnprinsessuna skuldsettur fyri harðskap

Høiby er skuldsettur fyri harðskap og herverk, sum er hent í íbúðini hjá órættaðu kvinnuni.

Sambært keldunum hjá NRK hevur Høiby verið til staðar har millum klokkan 01 og 03 hesa náttina.

Har skal hann hava verið harðligur móti kvinnuni, sligið hana og eisini framt herverk í íbúðini. Í sambandi við kanningararbeiðið, hevur løgreglan eisini lagt hald á ein knív.

Men sambært keldunum hjá NRK, er knívurin ikki brúktur móti kvinnuni, men settur í ein vegg, sum hevur fingið skaða, skrivar NRK.

Norska kringvarpið hevur verið í sambandi við verjan hjá Høiby, Øyvind Bratlien, sum vísir til tað, hann segði í farnu viku.

- Tað hevur týdning fyri málið, at tað gongur rætt fyri seg, og at miðlarnir hava virðing fyri, at klientur mín hevur brúk fyri ró og privatlívi, segði hann tá.

Heldur ikki verjin hjá órættaðu kvinnuni, Mette Yvonne Larsen, vil gera viðmerkingar til málið.

Løgreglan upplýsti í tíðindaskrivi í farnu viku, at tað er “ein relasjón” millum Høiby og órættaðu kvinnuna.

Órættaða kvinnan varð sunnudagin kannað av einum lækna, men tað var ikki neyðugt at leggja hana inn á sjúkrahús, sum onkrir miðlar annars hava skrivað.

Sambært upplýsingunum hjá NRK, var krúnprinsessusonurin handtikin seinnapartin sunnudagin nærhendis skúlanum hann sjálvur gekk á sum barn. Hann hevur verið til avtalaðu fundirnar hjá løgregluni, men hevur sum skilst ikki úttalað seg um hendingina, hetta eftir ráðum frá verja sínum.

Eftir handtøkuna sat Marius Borg Høiby í klivanum náttina yvir, og løgreglan arbeiðir nú víðari við málinum.

Mette-Marit, krúnprinsessa, fødd Mette-Marit Tjessem-Høiby, fekk sonin Marius áðrenn tað rann saman millum hana og Haakon, krúnprins av Noregi. Marius Borg Høiby er harvið limur av kongsfamiljuni, men hevur ongan almennan leiklut í kongshúsinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder