Fyrsta staklagið Drip Drop hevur verið nógv at hoyrt í summar, bæði í útvarpi og á pallum kring landið, og so seint sum í gjárkvøldið spældi Marius DC konsert á seinsummardegnum á Sandi. Nýggja lagið 25/8 er eins og Drip Drop nútímans Hip Hop.
Íblásturin er úr blómandi Hip Hop umhvørvinum í USA og ljóðið er altjóða. Lagið er nú tøkt eitt nú Spotify, iTunes, Youtube og Soundcloud.
Tað er rapparin í bólkinum Marius, ið hevur skrivað lag og tekst, og Per Ingvaldur Højgaard Petersen hevur framleitt, Theodor Kapnas hevur ljóðblandað og George Nerantzis hevur tikið sær av mastering.
Hoyr lagið omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald