Mentan

Marius er ein stjørna

Endiliga slapp væl upplagda mannafjøldin á Gøtusandi aftur at hoyra góðan tónleik

Marius Ziska var stóra stjørnan á Gøtusandi í gjárkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Marius Ziska var stóra stjørnan á Gøtusandi í gjárkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-15 10:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá túsund fólk standa á Gøtusandi og syngja við til tínar sangir og bara vilja hoyra meira, so er tað tekn upp á, at tú hevur gjørt tað rætt.

Og tað hevur Marius Ziska. Hann skrivar øgiliga góðar sangir og er ein framúr sangari.

Men sum tað er spell, at hann ikki megnar at hava eitt veruligt samskifti við áskoðararnar, annað enn at siga “hetta er fantastiskt”. Á sandinum í Syðrugøtu í gjárkvøldið vóru tað túsundtals fólk, sum sungu við upp á sangirnar, men har komu so at siga ongar spontanar reaksjónir frá høvuðspersóninum, onki break í tónleikinum fyri at geva pláss til felagssang. Alt var tilrættislagt niður í minstu detalju, og ætlanin varð hildin til punkt og prikka

[object Object]

Marius er ikki týpan, sum natúrliga megnar at halda eitt samskifti í gongd við fjøldina. Tað eru tað so nógvir aðrir føroyskir sangarar, sum heldur ikki megna, so støðan er ikki óvanlig, sum so.

Tað óvanliga við framúr góðu konsertini í gjár var at fjøldin hesaferð prógvaði, at sangir Mariusar veruliga eru vorðnir fólkaogn, ið fjøldin vil sleppa at skrála við uppá. Marius var stóra stjørnan á Gøtusandi hetta fyrsta kvøldið av G! festivalinum. Tað var hugaligt at uppliva.

[object Object]

Trinu line-dansin á Gøtusandi

Stóri pallurin byrjaði annars við Carlene Carter, sum var komin allan vegin úr Nashville at syngja sínar sangir og sangirnar hjá Carter-forfedrum sínum, The first Family of Country Music.

Carlene hevur ongan nýggjan tónleik givið út síðan hon upptraðkaði í Sørvági fyri fýra árum síðani og lovaði publikum at koma aftur til Føroyar. Av tí sama gjørdist framførslan í Gøtu ikki so nógv øðrvísi enn ta, vit upplivdu á Dungasandi á countryfestivalinum.

Men hon megnaði at fáa Gøtusand upp at dansa linedans. Tað var í hvussu so er nakað nýtt. Tað var týðuligt, at tær dansandi ungmoyggjarnar vóru komnar oman á sandin fyri at hoyra dansihitt hennara frá 1983, “Every little Thing” og tað fingu tær so – til allar síðst, sjálvandi.

[object Object]Linedansur á Gøtusandi (Mynd: Ingi Samuelsen)

Men hugtakandi var tað, bæði fyri Carlene sjálva og tey, ið vóru til staðar, tá ælabogin dagaði fram  mitt undir konsertini oman fyri skonnartini Norðlýsinum, sum lá longur úti á Gøtuvík.

Jú, Syðrugøta er eitt magiskt stað at hava tónleikafestival.

Aftur til hetta at hava samband við áhoyrararnar. Tað var kanska eitt sindur ov langt frá teimum lutfalsliga fáu fólkunum, sum vóru komin oman á sand so tíðliga á kvøldinum, og so upp á høga pallin meðan Carlene Carter upptraðkaði. So sambandið millum Carlene og publikum rakk ikki so nógv longur enn til tey dansandi í fremstu røð.

[object Object]

Ein flóðalda av “Fuck” og “Bitch”

So var øðrvísi um midnáttarleitið, tá danski rapparin, Tessa, trein pallin – uttan orkestur, men við DJ, ljósshowi og fýra smekrum dansigentum.

Eitt væl fagnað show, har Tessa veruliga – altso VERULIGA – hevði samband við sínar áhoyrarar. Kjaftfima Theresa Fallesen úr Hundige, fekk beinanvegin ungu fjøldina við sær á sínum eggjandi showi, har tað í stóran mun snúði seg um kynsliga frígering við nógvum seksuellum undirtónum. Hvussu oftani hon megnaði at siga “fuck” og “bitch” upp í saman fór næstan frá at vera troyttandi til imponerandi.

Jú hósdagurin á Gøtusandi var væleydnaður.

[object Object]Pom Poko

Girl power á spæliplásisnum

Á spæliplássinum var vent í holuni, skilt á tann hátt, at pallurin nú stendur í hinum endanum á lítla graslíkisvøllinum – altso nú vendir hann oman móti sjónum. Tað riggar fínt.

Hósdagurin her byrjaði við løttum tónum av andaligum slag frá Bláum Grasi, áðrenn dugnalig Marianna Winther tók yvir víð sínum væl ljómandi laidback softsoul tónleiki.

[object Object]Lea Kampmann

Seinni á kvøldinum kom Lea Kampmann á pallin við sínum monnum – ein frálík konsert, sum prógvaði at Lea eisini megnar at hugfanga fjøldina, tá tað veruliga er skrúvað upp fyri tónleikinum.

Meira girl-power var á skránni við norska punk-rock bólkinum Pom Poko. Tríggir larmandi ungir menn í vanligari punkuppseting, gittar, bass og trummur, ið spældu hart og full drøn á kassan og so ein imponerandi væl uppløgd sangarinna í front.

[object Object]

Eitt virðiligt ervi

Í Grundini, uttan fyri sjálvt festivaløkið, var kvøldið halgað tí harða tónleikinum. Ikki minst minninum um stóra rokkaran, Mikkjal Gaard Hansen, sum andaðist í fjør.

Upprunaorkestur hansara SIC, sum hevur havt nógvar stjørnustundir á G! festivalinum, varð savnað fyri eina seinastu ferð, at heiðra farna oddamannin. Hetta var gjørt við ymsum sangarum, ikki minst soni Mikkjals, Bartali Gaard Simonsen. Eitt virðiligt farvæl til ein stóran listamann.

Seinni á kvøldinum upplivdu vit eisini Hamferð-oddamannin, Jón Aldará, á odda fyri danska orkestri sínum, Iotunn. Tungmálmur í serflokki má sigast. Aldará er altíð góður, eisini tá hann hevur skift Hamferð-smokingin út við ein miðaldarkappa við hettuni langt niður fyri andlitið, og so er tað eisini hugtakandi at uppliva dupult-gittarspæl av brøðrunum Gräs, sum frá fjarstøðu líkast sum vóru teir eineggjaðir 

[object Object]Iotunn á palli. Ikoniska myndin hjá Eija Mäkivuoti av Mikkjali Gaard Hansen prýðir inngongdina til grundina (Mynd: Ingi Samuelsen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder