
Hon hevur vundið tvøguna fyri seinastu ferð eftir at hava vaskað fyri Tórshavnar kommunu í samfull 46 ár. Í sambandi við at Mary Jensen er givin sum vaskikona, beyð Heðin Mortensen, borgarstjóri, henni til ein drekkamunn á Ráðhúsinum í dag.
Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at fyrsti ferð Mary Jensen skimmaði við Velbastaðvegin var í 1973, tá ið stovnurin lat upp. Hon vaskaði Dagstovnin við Velbastaðvegin í 28 ár, og aftaná tað hevur hon vaskað Býráðssalin, Móttøkuhúsið og Degnshús í 18 ár.
- Mary er avbera fyrikomandi og hevur altíð verið arbeiðssom og álítandi í starvinum. Sum tøkk fyri drúgva tænastu fekk Mary eina gávukurv og bringuprýði frá Tórshavnar kommunu.
Mary er 78 ár, nú hon er givin at vaska fyri Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald