
Í desember í fjør fór fólkatalið í Nes kommunu upp um 1.500, og tað merkir, at kommunan hevur fingið býarheiti.
Býarheitið hevur m.a. við sær, at borgarstjórin í kommununi hevur fingið heimild til vígslu, og um vikuskiftið vígdi Súni í Hjøllum, borgarstjóri fyrsta parið.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu, skrivar kommunan:
– Leygardagin 18. mars 2023 varð søga skrivað í Nes kommunu, nú Súni í Hjøllum, borgarstjóri, á fyrsta sinni nýtti vígslumynduleikan við at víga Mary G Jensdóttir Olsen og Brand Berg. Vígslan var í samkomuhúsinum Nebo á Toftum.
– Sostatt gjørdust Mary og Brandur tey fyrstu, sum borgarstjórin í Nes kommunu vígdi, eftir at kommunan hevur tikið við býarheitinum fyri stuttum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald