Danski sjónvarpsverturin og undirhaldarin, Master Fatman, er deyður, 53 ára gamal. Tað váttar managerin hjá honum fyri dr.dk
Morten Lindberg, sum hann æt, gjørdist kendur í Danmarksum Master Fatman í áttatiárunum sum stórur og bleytur sangari við sínum sermerkta kjálkaskeggi, bakkenbartum.
Seinni gjørdi hann um seg sum plátuvendari, útvarpsvertur, listamaður, filmsleikstjóri og sjónvarpsvertur. Hann var eisini við til at stovna Det Kosmiske Parti, og stillaði upp til kommunalvalið í Keypmannahavn í nítiárunum.
Hóast hann ikki hevði ta stóru røddina at vísa á sum sangari, verður hann mintur fyri sín leiklut í orkestrinum Master Fatman and his Freedom Fighters, sum spældu tøkuløg, eitt nú í vælumtóktu sjónvarpssendingini ”Husk Lige Tandbørsten”:
Seinastu árini hevur Master Fatman verið vertur á Danmarks Radio við jazztónleiki sum speciali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald