Innanlands

Matarskipanarálit lagt fram í Klaksvík

Annika Steintórsdóttir Biskopstø, forkvinna í Heilsunevnd býráðsins, legði í gjár fram. Ætlanin er, at fólkaskúlin í býnum, Skúlatrøð, skal hava eina matarskipan, og avvarandi nevndir og býráðið fe rnú at arbeiða við hesum

Áltiið er handað, og málið um eina møguliga matarskipan á Skúlatrøð verður nú lagt fyri avvarðandi nevndir og býráðið til viðgerðar og støðutakan til víðari tilgongdina (Mynd: klaksvik.fo)

Áltiið er handað, og málið um eina møguliga matarskipan á Skúlatrøð verður nú lagt fyri avvarðandi nevndir og býráðið til viðgerðar og støðutakan til víðari tilgongdina (Mynd: klaksvik.fo)

2022-01-27 18:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í apríl í fjør varð ein arbeiðsbólkur settur, sum skuldi lýsa møguleikarnar at seta í verk eina matarskipan á Skúlatrøð. 

Tað er Heilsunevndin, ið er ein nýggj nevnd í Klaksvíkar Býráðið í hesari býráðssetini, sum í samstarvi við Trivnaðarnevndina Børn & Ung hevur tikið stig til hesa tilgongdina.

- Fyri meg sum nývald í Klaksvíkar býráð er hetta eitt øki, sum eg frá byrjan havi sett mær fyri at raðfesta, tí tað hevur so stóran týdning, at børn okkara eta sunt og kenna seg mett og væl sett, tá tey eru í barnagarði og í skúla soleiðis at tey kunnu nýta orkuna til at læra, mennast, hugsavna seg, vera kreativ o.s.fr. Tí var tað so gott at síggja at vit longu tíðliga í 2021 vóru boðin niðan á Skúlatrøð, har næmingar løgdu fram fyri okkum úrstlitið av einari kanning har á skúlanum, sum vísti, at tað er stórur áhugi í og tørvur á, at vit sum myndugleikar raðfesta heilsugóðan mat til næmingarnar á Skúlatrøð.

Hetta sigur Annika Steintórsdóttir Biskopstø, forkvinna í Heilsunevnd býráðsins, sum í gjár legði álitið fram vegna arbeiðsbólkin, ið umframt hana eisini fevnir hesi fólk:

Vivian C. Guðjonsson, varaskúlastjóri á Skúlatrøð, Hjørdis Hávarsá, lærari á Skúlatrøð, Magnus Norðberg, MA í mannaføði og stoffskifti, Jórun Andreasen, føðsluatstøðari og forkvinna í skúlastýrinum á Skúlatrøð, Gunnhild Dahl Niclasen, MA í humanvistfrøði, og Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipari hjá Klaksvíkar kommunu.

[object Object]Mynd: klaksvik.fo

Forkvinnan sigur, at omanfyrinevnda vitjan styrkti tey í ætlanunum um at arbeiða við einari matarskipan, og tað arbeiðið er nú komið eitt stig longur við hesum álitinum, sum er handað borgarstjóranum.

Málið um eina møguliga matarskipan á Skúlatrøð verður nú lagt fyri avvarðandi nevndir og býráðið til viðgerðar og støðutakan til víðari tilgongdina, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder