Vágatunnilin varð í gjár stongdur eina løtu, tí at ein bjálki var til vanda fyri ferðsluna.
Løgreglan fekk fráboðan beint eftir klokkan 17, at bjálkin, sum hongur yvir tunnilsmunnan vágamegin, hekk við eina endanum.
Bjálkurin hongur har, so at bilførarar eru varugir við, um akfarið er ov høgt. Av løgreglustøðini verður sagt, at onkur helst hevur tikið í bjálkan.
Løgreglan valdi at steingja tunnilin beinanvegin. Hetta verður gjørt við at bummarnir til tunnilin verða stongdir frá løgreglustøðini av.
- Vit valdu at steingja tunnilin, so at eingin vandi var fyri at nakar rendi á bjálkan og fekk hann ígjøgnum rútin, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan boðaði síðani teknikarum frá, sum tóku bjálkan niður, og beint undir ein hálvan tíma seinni var aftur koyrandi í Vágatunlinum.
Vaktleiðarin sigur eisini, at tað ikki bert er sjálvur bjálkin, sum kann verða til vanda, tá tílíkt hendir. Fer eitt ov høgt akfar ígjøgnum tunnilin, tá eingin bjálki er, er vandi fyri at tikið verður í viftur og líknandi. Í tílíkum førum eru vakmyndatól í tunlinum, so gjørligt er at finna fram til bilføraran, og tá verður reist endurgjaldskrav.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald