Mentan

Me & My til “Vit elska 90’ini”

Systrarnar úr poppsensatiónini Me & My koma eisini at luttaka á stóra tiltakinum í Hoyvíkshøllini tann 12. oktober. Lagt er upp til eitt satt 90ara brak, tá systrarnar leggja leiðina til Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-08-30 23:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í 1995 góvu tær fløguna út “Me & My” og tá løgdu tær dansihølini fyri teirra føtur. Risa hittið “Dub-I-Dub” ljómaði kring Evropa, og eisini her í Føroyum gekk tað ikki dagur, uttan lagið var í lurtinum.

Og tá farið var í dansihølini í vikuskiftunum mundu flest allir kroppar sveiggja og danda til sangin. Tær lova eitt show í serflokki, tá tær buldra rútmurnar út tann 12. oktober í Hoyvíkshøllini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder