Innanlands

Megnar arbeiði og nógv umrøða av arbeiðinum á Klakki

DR fylgdi teimum sjálvbodnu allan fríggjadagin

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-05-06 12:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tey 15 útlendsku og gott 5 føroysku sjálvbodnu, sum arbeiddu á Klakki 26. og 27. apríl, fingu nógv burturúr. Við sveittabrotið í mjørka og regni og sól gravaðu tey á leið 275 m av gøtu út við hond, fyltu hana upp við skervi, løgdu rør, drenaðu, lagaðu, smíðaðu trappur, og til seinast sáddu tey gras rundanum gøtuna. Eitt megnar arbeiði, skrivar Klaksvíkar kommuna.

DR fylgdi teimum sjálvbodnu allan fríggjadagin, og upptøkurnar vóru at síggja í TV-avisen og 21 søndag og eisini SVT vísti upptøkurnar. Hartil var ein journalistur frá The Telegraph við í arbeiðnum, so Norðoyggjar hava fingið væl av umrøðu burturúr átakinum.

Átakið uppi á Klakki var eitt samstarv ímillum Innistiovuhaga, Klaksvíkar kommunu, Norðoya Kunningarstovu og Visit Faroe Islands, men eisini vælvild úr nærumhvørvinum spældi ein týðandi leiklut. Norðhús stuðlaði við at lata og føra ein arbeiðsskúrð niðan á Háls, og í hesum hugnaliga skúrið fingu tey sjálvbodnu lívd og nýggjar kreftir til arbeiðið. Norðoya Bjargingarfelag lat ein aggregat, sum tryggjaði streym til m.a. at bryggja kaffi, og alt hetta var við til at gera arbeiðið møguligt.

Hans Hjalti Skaale, arbeiðsformaður, og Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, samskipari, ynskja at takka øllum áhugapørtum, sum hava verið við, fyri gott samstarv. Átakið vísir, hvussu nógv kann fáast burturúr, tá ið samstarva verður um at røkka málunum, og hetta er týðandi í føroysku ferðavinnuni júst nú, tá ið karmarnir skulu skapast rundanum økta talið av ferðafólki.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder