Innanlands

Meira enn ein fjórðingur veit ikki hvar krossurin skal setast

28 prosent vita ikki, hvør skal hava teirra atkvøðu í morgin, vísir atkvøðugreiðsla á Portalinum. Valhølini lata upp um smáar tólv tímar

Kári Johansen og Heðin Mortensen her fegnir tá valúrslitið í 2020 varð lisið upp í Høllini á Hálsi. Til hetta valið eru teir á hvør sínum lista (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kári Johansen og Heðin Mortensen her fegnir tá valúrslitið í 2020 varð lisið upp í Høllini á Hálsi. Til hetta valið eru teir á hvør sínum lista (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-11 22:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Valhølini lata upp um smáar 12 tímar, men okkurt bendir á, at veljarin framvegis ikki hevur avgjørt, hvør skal hava atkvøðuna á kommunuvalinum.

Á Portalinum í dag hava vit spurt brúkarar, um tey hava tikið støðu til, hvør skal hava krossin. 63 prosent siga seg hava tikið avgerðina, meðan heili 28 prosent ikki vita, hvar krossurin skal setast.

Níggju prosent siga seg ikki fara á val.

4.699 brúkarar luttóku í atkvøðugreiðsluni sum var tøk frá middegi til klokkan 20 í kvøld.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder