Innanlands

Rættlag við at koma í flúgvingina

Tvey flogfør eru lend seinasta lítla tíman. Seinkingar merkja tó framvegis flogferðsluna

2020-01-06 14:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðrið í Vàgunum er nakað frægari nú, og fer eisini at batna út á kvøldið. Í dag hevur verið ólag á flogferðsluni, men seinasta lítla tíman eru tvey flogfør lend: Eitt hjá SAS úr Keypmannahavn og sum er komið úr Bergen via Keflavík. 

RC424 úr Paris via Edinburgh stendur til at lenda í kvøld klokkan 19.15. Har eru tveir túrar "gjørdir" til ein túr, eins og støðan var við Bergen og Keflavík. Flogfarið sum skuldi koma úr Keypmannahavn klokkan 19.50 lendur ístaðin klokkan 22.20.

Viðvíkjandi fráferðum er ein túrur til Keypmannahavn seinnapartin seinkaður tríggjar tímar og tann í kvøld seinkaður tveir tímar. 

Til ber at síggja komur og fráferðir her 

Veðrið og forsøgnin fyri flogvøllin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder