Meiriluti er fyri uppskotinum hjá Magna Laksafoss at loyva bryggjaríunum eisini at selja síni sterku ølsløg í sínum útsølum.
Løgtingið hevur júst atkvøtt í málinum eftir eina viðgerð, sum var rættiliga nógv drúgvari, enn vanligt er fyri aðru viðgerðir.
Andstøðutinglimir brúktu nógva tíð upp á at grundgeva fyri, at her er talan um at gera atgeingið til rúsdrekka nógv størri, og at hetta tí er í stríð við føroysku rúsdrekkalóggávuna annars.
Upprunaliga mælti Magni Laksafoss til, at bryggjaríini skuldu kunna selja alla sína framleiðslu í egnum sølubúðum, og sostatt eisini brennivín.
Men hetta vann ikki frama í vinnunevndini, sum har samgongulimirnir gjørdu eitt broytingaruppskot, so at hetta bert er galdandi fyri øl, tó uttan hámark í styrki.
Tá atkvøtt var um broytingaruppskotið atkvøddu 13 tinglimir fyri og 8 ímóti. Samlað varð málið samtykt við 12 fyri og 9 ímóti.
Málið skal hava eina viðgerð afturat.
Fyrr í dag segði Jacob Vestergaard við portal.fo, at hetta málið er ein partur í avtaluni, sum samgongan hevur gjørt við Magna Laksafoss fyri at hann skal atkvøða fyri fíggjarlógini tá hon kemur til atkvøðugreiðslu, væntandi seinni í vikuni.
Les eisini: Samgongan hevur tryggjað sær meirilutan fyri fíggjarlógini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald