2019-01-19 16:39
Mett verður, at oljutjóvar úr býnum Tlahuelilpan eru orsøkin til, rørleiðingin varð klovnað. Hetta elvdi síðan til spreingingina.
Myndugleikarnir boða frá, at talið av deyðum er alsamt vaksandi, og byngjur eru á tremur við líkum. Nógv lík liggja tó eftir á staðnum. Løgreglan hevur kringsett økið.
Higartil hava 66 latið lív og 76 eru illa løstað, boðar Omar Fayed, guvernørur í Hidalgo, frá á tíðindafundi í morgun. Millum tey deyðu vóru tríggjar kvinnur og eitt 12 ára gamalt barn.
21 fólk lótu lív av sjálvari spreingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald