Mentan

Mentanarhúsið ger nógv burtur úr kvinnudegnum

’Skal samfelagið skifta fortekn?’ er yvirskriftin fyri kvinnudagin í Fuglafirði

2019-03-06 18:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Undir meginheitinum ‘Skal samfelagið skifta fortekn?’ fer Mentanarhúsið í Fuglafirði á kvinnudegnum fríggjadagin at viðgera tað góða samfelagið.

Fyrireikararnir fara at kasta ljós á hetta evnið, sum tey halda eigur at mynda valstríðið. Ein góð skipan av samfelagnum, ið hevur fyrilit fyri øllum – barnafamiljum, kvinnum, monnum, børnum, ungum og eldri – er altavgerðandi fyri okkara vælferð.

Í smærri, skipaðum kjakbólkum verður tosað við ein skúlastjóra, ein sálarfrøðing, granskarar, ein prest, ein stjóra, ein borgarstjóra, ein yvirlækna, ein sosialráðgeva, tvær landsstýriskvinnur, ein borgarstjóra, aðrar politikarar og ein rebell.

Tiltakið byrjar við eini café, har matstovan Gimburlombini í Nólsoy fer at borðreiða við annarleiðis brellbitum, sum bara nólsoyingar kunnu. Góður tónleikur fer at tryggja gott huglagið.

Á veggunum hanga nøkur stór og smærri verk hjá listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir. Hennara sermerktu verk lýsa tað stóra í tí smáa, har menniskjanslig nærvera og sambond ofta lita myndevnini. Hon skapar við sínum listaverkum eitt huglag, sum fleiri okkara kanska sakna í einum skundmiklum gerandisdegi.

Tey, sum eru við á tiltakinum eru Elin S. Winther Poulsen, orðstýrari, Tóra Petersen, sálarfrøðingur, Lív Patursson, samfelagsfrøðingur, Jónhild Abrahamsen, Katrin Kallsberg (E), Edva Jacobsen (B), Anne Mette Greve Klemensen, prestur, Súsanna Olsen, Setrið, Annika Olsen (A), Sonja Jógvansdóttir (E), Durita Joensen, skúlastjóri, Tjóðhild Patursson, kreativt gimburlamb úr Havn, á beiti í Nólsoy, Hanna Jensen (F) og Kristianna Winther Poulsen (C).

Aftaná fara Lea Kampmann og Marius Ziska at undirhalda við sangi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder