Innanlands

Mentanarnátt í Pakkhús 5

Ymiskt áhugavert á skrá í Pakkhús 5 á mentanarnáttini

2018-07-02 08:58 Author image
Ari av Rana
placeholder
Komandi fríggjadag er mentanarnátt á Tvøroyri, og tá verður ymiskt áhugavert á skrá í Pakkhús 5.
 
Umframt framsýningina á miðhæddini, ið sigur frá søguni um felagið T.F.Thomsen, verður nýumvældi kjallarin í gamla pakkhúsinum latin upp fyri almenninginum.
 
Har ber til at síggja tommin, ið bjargaði monnunum av sluppini Albert, umframt lutir og frasagnir um tær vørur, T.F.Thomsen keypti inn, framleiddi og flutti av landinum.
 
Og tað er í kjallaranum, at journalisturin og rithøvundurin Helgi Jacobsen fer at halda fyrilesturin “Tvøroyri og heimsins besti klippfiskur”.
 
Til ber eisini at sessast og njóta eina Slupp, sum til høvið hevur fingið etikettir við ymiskum sluppum hjá Thomsen. Inntøkan av søluni fer til víðari menning og rakstur av savninum í Pakkhús 5.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder