Innanlands

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður síðst í apríl

Talan verður væntandi um eina fjølbroytta skrá aftur í ár. Føroyska málið fer aftur at verða sett á breddan 23. – 30. apríl, og til ber framvegis at boða Visit Runavík frá tiltaki

2023-02-03 15:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vanligt er, at skráin er fjølbroytt, rúgvumikil og inniheldur eina røð av størri og smærri tiltøkum til allar aldursbólkar. Bæði kend listafólk og nýggir spírar seta sín dám á dagarnar. Soleiðis vænta og vóna fyrireikarnir eisini, at tað verður í ár.

Soleiðis skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari í dag um Mentanarvikuna í kommuni. 

Seinastu mongu árini - fyriuttan tá koronuavmarkingar løgdu meinbogar í vegin - hevur vikan verið fastur og týðandi táttur hjá kommununi. Í ár verður vikan 23. - 30. apríl nýtt til Mentanarviku í stóru kommununi.

Orðaskifti um føroyska málið er ein fastur táttur, umframt skrivikapping. Hesaferð verður kappast um at skriva eina yrking. Vinnararnir verða kunngjørdir í mentanarvikuni, sunnukvøldið 23. apríl. 

Undan mentanarvikuni skipar Bókasavnið við Løkin fyri kveikingarkvøldi, har Trygvi Danielsen og Lív Maria Róadóttir Jæger fara at lesa upp og hava eitt prát við Dorit Hansen. Hetta verður verður fríggjakvøldið 10. februar, og so vera skriviskeið eisini í mars. 

Les eisini: Stór skrivikapping í samband við mentanarvikuna í Runavík

Runavíkar kommuna boðar eisini frá, at enn er rúm í skránni fyri onkrum tiltaki afturat í skránni, og at áhugað kunnu venda sær til Visit Runavík.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder