Várið er í hondum og vit ganga móti ljósari tíðum. Hetta merkist serstakliga í Runavíkar kommunu, har tey fyri tíðina leggja sendastu hond á fyrireikingarnar til árligu Mentanarvikuna. Hetta er annað árið á rað, at Mentanarvikan verður skipað sum eitt vártiltak. Í fjør hepnaðist Mentanarvikan, við omanfyri 70 tiltøkum, so væl, at kommunan hevur avgjørt at Mentanarvikan framhaldandi verður eitt vártiltak.
Í ár verður Mentanarvikan í døgunum frá 22. til 28. apríl. Fyrireikarnir eru sera spentir og gleða seg til eina góða og innihaldsríka Mentanarviku har søga og samtíð, tónleikur og list, og kjak og upplivingar av alskyns slag renna saman við Flaggdagshaldi og tilboðum frá áhugaverda og umfatandi handilslívinum, skrivar Runavíkar kommuna.
Mentanarvikan verður aftur í ár sjónlig í allar kommununi. Í næstum verður avdúka hvørji tónleikanøvn og tiltøk verða í kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald