Uttanlands

Merz vil skipa stjórn við SPD

Samanráðingarnar um at skipa nýggja stjórn í Týsklandi byrja ein av komandi døgunum

Fráfarandi samveldiskanslarin í Týsklandi, Olaf Scholz umboðar flokkin SPD, sum formaðurin í CDU, Friedrich Merz ynskir at skipa stjórn saman við (Mynd: EPA)

Fráfarandi samveldiskanslarin í Týsklandi, Olaf Scholz umboðar flokkin SPD, sum formaðurin í CDU, Friedrich Merz ynskir at skipa stjórn saman við (Mynd: EPA)

2025-02-24 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Friedrich Merz, formaður í konservativa flokkinum CDU, sum stendur til at gerast næsti samveldiskanslarin í Týsklandi, ynskir at skipa stjórn saman við sosialdemokratiska SPD.

– Saman við sosialdemokratunum eru vit í einari støðu, har vit kunnu skipa stjórn. Og tað er júst tað, vit ynskja, sigur hann.

Les eisini: Týskland: CDU vann valið

Saman við systirflokkinum CSU, fekk CDU 28,6 prosent av atkvøðunum á týska valinum í gjár, og harvið er CDU størsti flokkur í Samveldistinginum.

Næststørsti flokkur gjørdist høgraviðgongdi flokkurin Alternative für Deutschland (AfD) við 20,8 prosent av atkvøðunum.

SPD, sum Merz ætlar at skipa stjórn við, er flokkurin hjá núverandi kanslaranum, Olaf Scholz. Hann fekk bert 16,4 prosent av atkvøðunum, og tað er vánaligasta valúrslitið í søguni hjá SPD, skrivar Ritzau.

Samráðingar um nýggja stjórn byrja ein av komandi døgunum, og fara tær væntandi at vara fleiri vikur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder