Uttanlands

Methøgt smittutal í Danmark: 1.745 staðfest positiv seinasta samdøgrið

Talið á positivum, ið er skrásett seinasta samdøgrið, er tað hægsta, sum er skrásett í Danmark síðan farsóttin byrjaði – Tilsamans eru fleiri enn 90.000 staðfest covid-19 positiv í Danmark

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-06 14:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan leygardagin eru 1.745 persónar staðfestir positivir fyri covid-19 í Danmark, boðar Statens Serum Institut frá.

Talan er um hægsta smittutalið, sum er skrásett í Danmark, síðan farsóttin byrjaði at gera um seg, og er talan sostatt um eitt nýtt met.

Gamla metið er frá hósdegnum – 1.605. Leygardagin var talið tó munandi hægri – 2.115, men í uppgerðini í gjár vóru kanningar frá meira enn einum samdøgri, og tí bar ikki til at samanbera talið við tølum frá øðrum døgum, skrivar Ritzau.

Men tað er ikki einasta keðiliga metið, sum er sett í Danmark í dag.

Seinasta samdøgrið eru 72.831 covid-19 royndir greinaðar, og sum kunnugt, vóru 1.745 av teimum positivar. Tað vil siga, at 2,4 prosent av royndunum vóru positivar, og tað er hægsta positivprosentið, sum higartil er skrásett í Danmark.

Sambært uppgerð hjá Statens Serum Institut hava tilsamans 90.603 fingið staðfest covid-19 í Danmark. Av teimum eru 885 deyð. 5.455 hava verið innløgd, og 70.876 eru ikki smittað longur. Fleiri enn 3,5 mió. persónar eru vorðnir kannaðir í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder