2019-05-09 10:35
- Grindin varð funnin við keiini í Sandvík fyri góðum trimum korterum síðani, sigur Jaspur Vang, sýslumaður.
Av tí at Sandvík ikki er góðkend hvalvág, verður nú roynt at reka grindina til Hvalbiar. Nakrir bátar eru hjá grindini.
Jaspur sigur, at tað enn er ov tíðliga at siga hvussu stór grindin er, tí at hon er ov langt úti, men sagt verður at talan er um eina hampiliga grind.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald