Uttanlands

Mette F: - Eitt óhóskandi trýst á Grønland og Danmark

- Trump forseti meinar tað av álvara. Hann ynskir Grønland, og tað mugu vit ikki gloyma, sigur danski statsministarin

Frá mótmælistiltøkunum í Nuuk undanfarna vikuskiftið (Mynd: EPA)

Frá mótmælistiltøkunum í Nuuk undanfarna vikuskiftið (Mynd: EPA)

2025-03-25 12:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski statsministarin, Mette Frederiksen, hevur í dag sett orð á hvat hon heldur um, at amerikanska stjórnin nú sendir varaforsetafrúnna og trygdarráðgevan til Grønlands á vitjan, hóast grønlendsku myndugleikarnir hava frábiðið sær at fáa vitjan nú, ið Grønland liggur í stjórnarloysi eftir valið til Naalakkersuisut fyrr í mánaðinum.

-  Tað er heilt greitt, at hetta er ikki ein vitjan, ið snýr seg um, hvat Grønlandi tørvar ella ynskir.

- Tí verði eg noydd til at siga, at hetta er eitt óhóskandi trýst, sum verður lagt á Grønland og Danmark í hesi støðuni, sigur Mette Frederiksen, sambært Danmarks Radio.

[object Object]Frá mótmælistiltøkunum í Nuuk undanfarna vikuskiftið (Mynd: EPA)

Statsministarin vísir eisini á, at tað er ein sannroynd, at Donalt Trump veruliga vil hava hendur á Grønlandi.

- Eg havi fleiri ferðir fyr sagt, at hetta er ein álvarslig støða. Trump forseti meinar tað av álvara. Hann ynskir Grønland, og tað mugu vit ikki gloyma, sigur hon í samrøðuni við DR.

- Vantandi virðing

Virkandi grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, er heldur ikki fegin um komandi amerikansku vitjanina.

Hann kallar vitjanina eitt týðuligt tekin um vantandi virðing fyri Grønlandi, sigur hann við grønlendska kringvarpið, KNR.

Grønlendsku flokkarnir hava áður í felag víst á, at teir eru ímóti mátanum, sum amerikanararnir hóreiggja sær mótvegis grønlendingum. Men tað er ikki nógmikið longur, heldur Múte B. Egede.

- Vit eru boðin til Grønlands

Donald Trump, forseti, vísti í gjár aftur, at talan er um eina provokasjón.

- Hetta er ein vinarlig vitjan – ikki ein provokasjón. Vit tosa við nógv fólk í Grønlandi, sum fegin vilja hava, at okkurt skal henda fyri at verja tey ordiliga og taka sær av teimum.

- Tey ringja til okkara. Vit ringja til teirra og vit vórðu bjóðað yvir, segði Trump í gjár.

[object Object]Frá mótmælistiltøkunum í Nuuk undanfarna vikuskiftið (Mynd: EPA)

Naalakkersuisuit hevur ikki bjóðað

Trump nevnir ikki, hvør tað er, sum hevur bjóða teimum til Grønlands. Men tað er so ikki Naalakkersuisuit.

Í gjárkvøldið skrivaði landsstýrið eini boð á Facebook á enskum, har tað millum annað stendur:

- Naalakkersuisut, stjórn Grønlands, hevur ikki send innbjóðingar til vitjan, hvørki privatar ella almennar. Núverandi stjórnin er ein fyribils stjórn, sið bíðar eftir eini nýggjari samgongu, og vit hava vinarliga biðið øll lond um at vísa hesi tilgongdini virðing, stóð at lesa í boðunum.

Sermitsiaq skrivar, at felagsskapurin KNQK, sum skipar fyri hundasletukappingini í Sisimiut, hevur víst aftur, at tey skulu hava bjóða amerikanarunum at koma, herundir konuni hjá J.D. Vance, varaforseta.

- KNQK hevur onki samband við ferðina hjá konu amerikanska varaforsetanum til Grønlands og til Sisimiut. Vit hava ikki boðið henni, hevur felagið skrivað á Facebook.

Trump-viðhaldsmaður fegnast

Hóast fleiri grønlendingar kenna seg ótrygg av støðuni, so er tað í minsta lagi ein, ið fegnast, Trump-viðhaldsmaðurin Jørgen Boassen.

Hann hevur fyri dr.dk greitt frá, hvussu hann hevur arbeitt fyri, at USA kann veita stuðul til hundasletukappingina, sum hevur havt fíggjarligar avbjóðingar. Hann sigur við DR, at tað er í lagið, at amerikanarar koma sum gestir og ferðafólk fyri at síggja, hvat pengarnir eru brúktir til.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder