Innanlands

Mette Frederiksen vitjar í Vestmanna og Tórshavn í morgin

Danski forsætisráðharrin kom til Føroya í kvøld. Í morgin er fundur við løgmann um ríkisfelagsskapin, miðnám í Vestmanna, løgtingið og skipasmiðjan Mest er millum annað á skránni

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

2019-11-06 22:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen vitjar í Føroyum næstu dagarnar.

Sambært skránni fyri vitjanina kom Mette Frederiksen til Føroyar við Atlantsflogi klokkan 19:50 í kvøld, og leiðin gekk síðani til Havnar, har forsætisráðharrin við fylgi gista.

Í morginárini verður kósin sett móti Vestmanna. Bárður á Steig Nielsen tekur ímóti og Viðarlundahúsið verður karmur um ein fund millum tey bæði, har prátað verður um samstarvið í ríkisfelagsskapinum.

Eftir fundin verður vitjað í Miðnámi, Vindrøkt og SEV. 

Seinnapartin hósdagin verður farið til Havnar, har Bárður á Steig Nielsen og Mette Frederiksen fara at vitja Løgtingið og skipasmiðjuna MEST.

Endað verður við tíðindafundi í Tinganesi seint seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder