Um tað ikki henda stórar broytingar, og danir standa saman um at halda fjarstøðu, og annars halda seg til tær ásetingar, sum eru settar í verk, so er møguleiki fyri, at danska samfelagið – spakuliga og stigvíst – kann latast upp aftur, tá páskini eru av.
Hetta lovaði Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri á tíðindafundi seinnapartin.
Sambært henni er tað av alstjórum týdningi, at danir ikki fara at slaka um krøvini. Um allir partar í samfelagnum halda seg til krøvini, so bendir alt í dag á, at møguleiki er spakuliga at lata samfelagið uppaftur eftir páskir.
Men tað verður spakuliga og stigvíst. Eitt nú við at spjaða virksemið, so sum undirvísing og arbeiði, út á alt samdørgið. Hetta við tí endamáli at forða fyri tysingartíðum í almennu ferðsluni.
Hetta merkir ikki, at Danmark er komið yvir tað ringasta. Fleiri fara at fáa smittuna, fleiri skulu leggjast inn á sjúkrahús og fleiri fara at doyggja, segði Mette Frederiksen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald