Innanlands

Mette vitjar í Vestmanna í morgun

Danska forsætisráðharravitjanin byrjar í heimbygdini hjá løgmanni

2019-11-07 09:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vestmanna verður sett á Føroyakortið, nú vit hava fingið løgmann úr bygdini.

Fyrsta almenna stjórnarleiðaravitjanin síðan landsstýrisskiftið er í dag. Og vitjanin av danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, byrjar í Vestmanna.

Mette Frederiksen kom til Føroya við Atlantsflog í gjárkvøldið, men almenna vitjanin er í dag.

Mette Frederiksen fór í morgun til Vestmannar, har vitjanin byrjaði í Viðarlundini, har Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tók ímóti. Síðan verður farið í miðnámsskúlan har næmingar fáa høvi at seta forsætisráðharranum spurningar.

Klokkan 11 verður farið niðan til vindmyllurnar á Mýrum, har Jóhan í Niðristovu, stjóri fyri Vindrøkt fer at greiða frá vindmyllunum og um ætlaðu ’pump and storage’-verkætlanina.

Eftir ta vitjanina verður farið oman aftur í bygdina, har vitjað verður á Sev. Á middegi bjóðar løgmaður forsætisráðharranum heim til sín sjálvs til eina máltíð.

Aftan á døgurða verður farið til Havnar har vitjað verður í løgtinginum, har stórmálið, løgtingslógin um sjófeingi, annars er á skránni.

Klokkan 15 vitjar forsætisráðharrin á skipasmiðjuni Mest áðrenn farið verður út í Tinganes, har tíðindafundur verður klokkan 16. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder