Mentan

Mick Jagger sjúkur: Rolling Stones útseta konsertferð

Tað er ógreitt hvat bagir honum, men sambært læknum verður Mick Jagger ikki førur fyri at fara á konsertferðina, sum skuldi byrja 20. apríl

Mick Jagger á konsert í Lissabon í 2014 (Mynd: EPA)

Mick Jagger á konsert í Lissabon í 2014 (Mynd: EPA)

2019-03-30 21:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Læknar hava boðað Mick Jagger frá, at hann ikki er til reiðar at fara á konsertferð við bólki sínum næsta mánaða, skrivar TV2.

Tað er ikki greitt júst hvat tað er, sum bagir 75 ára gamla sangaranum í The Rolling Stones, men hann hevur fingið at vita, at hann ikki verður nóg frískur at fara á konsertferðina í Norðuramerika, sum skuldi byrja í Miami 20. apríl.

- Hann kann ikki fara á konsertferð í løtuni. Væntað verður, at hann kemur fyri seg fullkomiliga, so hann kann koma aftur á pallin skjótast gjørligt, stendur í skrivi frá bólkinum.

Á Twitter hevur Mick Jagger biðið um umbering, og lovar hann at arbeiða hart fyri at koma aftur á pallin skjótast gjørligt.

Konsertferðin skuldi byrja 20. apríl og enda 29. juni, men konsertferðin er nú útsett.

The Rolling Stones hava spælt tónleik saman í 57 ár, og er hetta ikki fyrstu ferð, at bólkurin hevur verið noyddur at útseta konsertir.

Í 2016 noyddist The Rolling Stones m.a. at útseta konsertir, tí Mick Jagger gjørdist sjúkur. Keith Richards hevur eisini verið orsøkin til, at bólkurin hevur verið noyddur at avlýsa fleiri konsertir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder