37 stig celsius er ikki longur miðalhitin hjá fólki. Hetta er niðurstøðan í eini umfatandi kanning, sum amerikanskir granskar á Stanford universitetinum hava gjørt og kunngjørt í tíðarritinum eLife.
Niðurstøðan er, at vanligi kropshitin er lækkaður 0,6 stig celsius síðan ídnaðarkollveltingina.
Standardurin á 37 hitastig fyri kropshita var settur í 1851. Grundarlagið var milliónir av mátingum av fólki í týska býnum Leipzig.
Nú hava granskarar hugt eftir dátum frá seinastu 157 árunum. Tað byrjaði við eini kanning av veteranum frá amerikanska borgarakrígnum. Seinastu 230.000 mátingarnar eru gjørdar í tíðarskeiðinum 2007 til 2017, skrivar nrk.no.
Kanningar av 189.000 fólk eru við í taltilfarinum.
- Vit hava staðfest, at broytingin fyri bæði menn og kvinnur er 0,03 stig celsius fyri hvørt áratíggju, tey eru fødd, skriva granskararnir.
Grundarlagið í kanningini eru fólk, sum eru fødd í einum tíðarskeiði á 197 ár, so hóast broytingin hvørt áratíggju er lítil, so gerst hon munandi upp gjøgnum tíðina.
Granskararnir hava tillagað taltilfarið eftir vekt, hædd, aldri og eisini fyri tíðina á degnum, tá hitamátingin er framd.
Ein orsøk til at hitin lækkar kann vera, at fólk ikki longur ganga við brunum – betendilsum – í kroppinum.
- Betri tannheilsa, størri reinføri, minni turberkulosa og syfilis, antibiotika og nógv annað kann vera orsøk til, at fólk ikki longur hava brunar og harvið ein lækkandi miðalhita, skriva granskararnir.
Tá normalhitin varð settur til 37 stig, livdu fólk eitt styttri lív, og ofta við nógvari pínu frá brunum av ymsum slag.
- Tað er sannlíkt, at kronisku brunarnir hava havt sína ávirkan á hvat var hildið at vera vanligur kropshiti tá, skriva granskararnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald