Uttanlands

Miðbankastjórin ávarar Trump - men hann fer ikki at broyta politikk

Stjórin í amerikanska miðbankanum sigur, at amerikanski tollurin kann elva til hægri arbeiðsloysi og hægri prísvøkstur

Jerome Powell, stjóri í amerikanska miðbankanum (Mynd: EPA)

Jerome Powell, stjóri í amerikanska miðbankanum (Mynd: EPA)

2025-04-05 12:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fráboðaði amerikanski grundtollurin á 10 prosent á útlendskar vørur, sum verða innfluttar til USA, komu í gildi í morgun, og 9. apríl kemur ein hægri tollur á vørur í ávísum londum eisini í gildi.

Les eisini: Trump leggur toll á vørur úr øðrum londum

Vandi er fyri, at tollurin fer at elva til hægri arbeiðsloysi og hægri prísvøkstur, sigur stjórin í amerikanska miðbankanum, Jerome Powell.

– Tað er nú við at gerast greitt, at tollurin verður munandi hægri enn væntað, sigur hann sambært Ritzau.

– Meðan tollurin helst fer at hava við sær eina fyribils príshækking, er tað eisini møguligt, at ávirkanin kann gerast varandi.

Nýggi tollurin hjá USA hevur havt við sær stórt fall á altjóða partabrævamarknaðunum, men tað fær ikki amerikanska forsetan, Donald Trump til at broyta sín politikk.

Trump sigur í dagføring á Truth Social, at hansara politikkur ongantíð fer at broytast, og heitir hann á Powell um at lækka rentuna.

– Lækka rentuna, Jerome, og steðga við at spæla politikk, sigur Trump.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder