Innanlands

Miðflokkurin hevur mist fleiri valevni i Eysturoynni - tvey farin til Fólkaflokkin

Støðan hjá Bill Justinussen hevur leingi verið greið, og samanlagt fingu hann og Rósa Tyril Gaardlykke 475 atkvøður fyri Miðflokkin í 2022. Bæði eru nú á lista A - flokkurin hevur roynt nakrar loysnir, og Vinjard Johansen er komin aftur á listan

Steffan Klein Poulsen fekk nógvar atvkøður í Eysturoynni í 2022, og tað skal Hvannasundsmaðurin aftur gera hesaferð - millum annað tí Rósa Tyril Gaardlykke er farin í Fólkaflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

Steffan Klein Poulsen fekk nógvar atvkøður í Eysturoynni í 2022, og tað skal Hvannasundsmaðurin aftur gera hesaferð - millum annað tí Rósa Tyril Gaardlykke er farin í Fólkaflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-05 15:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Miðflokkurin hevur ymiskar avbjóðingar í Eysturoynni til løgtingsvalið.

Bill Justinussen hevur verið stórur atkvøðuslúkur hjá flokkinum til seks val - síðani 2024. Men í 2022 var Bill Justinussen triðvaldur, og Miðflokkurin kom ikki í samgongu. Harvið gjørdist glyvramaðurin eykamaður.

Stutt eftir tað tók royndi politikkarin seg úr flokkinum og fór í Fólkaflokkin. Bill Justinussen fer eftir øllum at døma at taka nógvar atkvøður við sær til lista A - hann fekk 382 atkvøður á seinasta løgtingsvalið.

[object Object]Bill Justinussen var í Miðflokkinum frá stovnanini til stutt eftir seinasta løtgingsval 

Rósa Tyril Gaardlykke var fjórðvald hjá Miðflokkinum í 2022. Gøtukvinnan fekk 93 atkvøður og hevur verið inni sum eykafólk nakrar ferðir.

Á uppstillingarfundinum hjá Eysturoyar Fólkafloksfelag á Eiði mánadagin, stóð Rósa Tyril Gaardlykke á listanum - saman við millum annað Bill Justinussen.

Sí eisini: Steffan Løkin stillar upp fyri Fólkaflokkin

Samanlagt fingu tey 475 atkvøður í 2022, og av tí at Jórun Pálsdóttir (71) heldur ikki stillar upp aftur, hevur Miðflokkurin mist nærum 550 atkvøður í Eysturoynni í mun til seinasta val.

Vinjard stillar upp - Steffan skal standa fyri nógvum

Steffan Klein Poulsen fekk samanlagt 148 atkvøður í Eysturoynni í 2022. Unga stóra navnið hjá flokkinum skal eftir øllum at døma fáa meira í leypin millum annað kring Skálafjørðin í ár.

Har skal Vinjard Johansen eisini hjálpa. Hann var leingi varaformaður í flokkinum og stillaði upp fyri Miðflokkin í 2004, 2008 og 2011 - á tí síðstnevnda fekk maðurin úr Saltangará yvir 100 atkvøður. 

Í 2015 stillaði Vinjard Johansen upp fyri Sambandsflokkin. Síðani hevur hann ikki stillað upp.

[object Object]
Vinjard Johansen

Sum skilst hevur Miðflokkurin roynt at fingið millum annað Jaspur Langgaard á listan eisini, men sambandsmaðurin staðfestir, at hann ikki stillar uppaftur.

Portalurin hevur fingið upplýst, at sum nú er, koma ikki fleiri eysturoyingar ikki á lista H - tað kann tó ymiskt henda, áðrenn freistina sum er um eina viku.  

Tøl: valurslit.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder