Uttanlands

Miðil: Trump ætlar at hitta Putin og Zelenskyj

Tað kann henda longu í næstu viku, siga keldur við New York Times, og Russland váttar eisini, at ein fundur verður millum Putin og Trump

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á vitjan hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump og amerikanska varaforsetanum, J.D. Vance í Hvítu Húsunum í februar (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á vitjan hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump og amerikanska varaforsetanum, J.D. Vance í Hvítu Húsunum í februar (Mynd: EPA)

2025-08-07 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump ætlar at hava fund við russiska forsetan, Vladimir Putin, og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, og hesir fundirnir kunnu verða longu í næstu viku, siga tvær ónevndar keldur sambært amerikanska miðlinum New York Times.

Sambært keldunum hjá New York Times tosaði Trump um hetta á einum telefonfundi við Zelenskyj og fleiri aðrar leiðarar úr Evropa mikudagin.

Sambært Karoline Leavitt, talsfólk hjá Hvítu Húsunum, er Trump opin fyri at hitta russiska starvsbróðir sín.

– Russland greiddi frá ynski sínum um at hitta Trump forseta, og forsetin er opin fyri at hitta bæði Putin forseta og Zelenskyj forseta, sigur hon sambært Ritzau.

Mikudagin hittust russiski forsetin, Vladimir Putin og serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff, og sambært Trump var talan um ein úrtøkumiklan fund.

Les eisini: Trump boðar frá stórum framstigum eftir fund millum Witkoff og Putin

Russiska stjórnin váttar eisini í morgun, sambært russisku tíðindastovuni Tass, at Putin og Trump skulu hittast í næstum.

Staðsetingin er komin uppá pláss, og meira kunning kemur seinni, verður sagt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder