
Hvítu Húsini umhugsa at bjóða ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj við til Alaska, har amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin skulu fundast 15. august.
Tað upplýsir eitt ónevnt amerikanskt embætisfólk við amerikanska miðilin NBC News, og hetta er váttað av trimum øðrum ónevndum persónum, sum kenna til málið.
– Øll vóna, at tað fer at henda, sigur keldan hjá NBC News.
– Forsetin er opin fyri ein trýpartafund við báðum leiðarum. Beint nú savna Hvítu Húsini seg um at leggja til rættis tann tveypartafundin, sum Putin forseti hevur biðið um.
Eingin av keldunum, sum amerikanski miðilin hevur tosað við, veit at siga, um umhugsað verður, at Zelenskyj skal sita í sama rúmi sum Putin, skrivar Ritzau.
Les eisini: – Russland fær ikki ukrainsk øki
Seinast Trump og Putin hittust var í 2019. Putin og Zelenskyj hittust eisini sama árið, og tað er higartil einastu ferð, at teir hava hits andlit til andlits.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald