(Midnáttarrøða á Norðoyastevnu, hildin í sending hjá Norðlýsinum og Radio.fo.).
Góðu klaksvíkingar og norðingar allir!
Tá Dávur Winther ringdi og spurdi um eg kundi siga nøkur orð á Norðoyastevnu, fekk eg frítt val: Eg kundi halda eina hátíðarliga setanarrøðu um søgu og mentan – ella eina meira lætta, óbundna midnáttarrøðu, har eg kundi siga hvat eg vildi. So tað var ikki so ringt at velja.
Men so bleiv alt avlýst, og eg standi her saman tí føroyskar svarinum uppá Robert Maxwell og Rupert Murdoch, Jógvan Poulsen og Jóhann Lützen. Tað leggur nokkso nógv trýst á meg. Tí vissi vit fara inn í Norðlýsis-sjargongin, hvat skal so eitt úr Kontórshavn siga við norðingar – sjálvan norðoya-jóaaftan?
Hvørji skulu boðini vera frá frisørunum og terapeutunum og hoteltænarunum í Havn? – Hesum fólkunum sum súgva sær fíggjarligan stirðil úr teirri kúnni, ið verður fóðrað í Norðoyggjum – tá tað altso ikki er danskur blokkur, sum heldur teimum á lívi?
Hvat skal maðkurin siga við tað kjøtið, hann skríður í? Hvat skal mýggjabitin siga við tann, hvørs blóð hann sýgur? Hvat skal laksalúsin siga við sín laks?
Sambært Norðlýsinum føðir hvør klaksvíkingur fýra havnamenn, so skal eg ikki blíva saksaður sundur av Jóhann Lützen aftaná, so er bara eitt, eg kann siga: Takk. Takk fyri alt!
Eins - men ymisk
Tað sigi eg kortini ikki, tí heimsmyndin hjá Norðlýsinum er ikki heilt røtt. Tað haldi eg eisini at Lützen veit.
Tað merkir ikki, at tað ikki er munur millum havnamenn í klaksvíkingar. Tí tað er tað.
Men mann sær hann bara ikki allastaðni.
Vissi mann gongur í egningarskúrunum á oljukeiini í Havn, so kennir mann rákan av salti og agni og tara og skráspýttum – júst sum niðri á Stongunum.
Tey í Ebenezer siga navnið Victor við sama hátíðarliga tónafalli og somu virðing í røddini sum í Betesda. Victor. Og tey syngja teir somu sangirnar.
Í Vesturkirkjuni halda teir hálshvítu seg til somu trúarjáttan og somu ritual sum í Christianskirkjuni. Og tað er við Dahl sum við Victor. Dahl.
Vaktarskiftini umborð á Ennibergi eru tey somu sum umborð á Gadusi, og flaki frá báðum trolarunum er identiskt.
Og tað eru altso eisini almenn arbeiðspláss og frisørar í Klaksvík.
Alt líkist. Men tað er bara uttaná.
Eg havi í samband við hesa taluna gjørt eina lítla antropologiska kanning – og úrslitið er, at hóast vit líkjast á yvirflatuni, so eru vit púra ymisk undir glasurinum.
Tað er sum við muninum millum Norðurkorea og Suðurkorea. India og Pakistan. Tann katólska og tann protestantiska partin av Belfast. Øll eru líka - men kortini sum dagur og nátt.
Munurin kemur til sjóndar í teirri innastu kjarnini av báum býunum. Sjálvari býarsálini. Hjartanum. Í tí, sum veruliga definerar okkum sum havnafólk ella klaksvíkingar.
Eg gjørdi kanningina soleiðis, at eg fyrst brúkti eitt kvøld í Maverick í Klaksvík – og síðani eitt kvøld í Sirkus í Havn.
Í Maverick vóru næstan bara menn. Í sirkus vóru nógv fólk, men tey hildu tað vera øgiliga gamaldags – og faktiskt næstan fasistiskt – at deila fólk upp í kyn. Tey vóru bara menniskju. Hetta her gamla "maður" og "kona" hildu tey vera sosialar konstruktiónir. Men eg kundi gott kalla tey hipstarar.
Í Maverick fóru menninir javnan út at roykja Niemeyer. Í Sirkus fóru tey eisini viðhvørt út at roykja – men nakað heilt annað enn Niemeyer.
Í Maverick hildu allir menninir við KÍ. Í Sirkus var eingin sum visti hvat KÍ var fyri nakað. Tey vistu heldur ikki hvat HB var fyri nakað.
Í barrini í Maverick fekk mann øl og snaps. Í Sirkus fekk mann svart belgiskt spesialøl og grønt, indiskt te.
Tá eg í Maverick segði Shakira spurdu menninir, hvat tað var fyri eitt skip. Tá eg í Sirkus nevndi Gadus, spurdu hipstararnir hvat tað var fyri eitt orkestur.
Í Maverick spældu teir eitt spæl: Mann skuldi vita um mann kláraði at finna ein mann, sum ikki var í tuflum. Í Sirkus spældu tey eitt annað spæl: Mann skuldi vita um mann kláraði at finna ein hipstara, sum betalti skatt.
Allir menninir í Maverick vóru antin í bundnari troyggju ella boblujakka. Allir hipstararnir í Sirkus vóru antin í klæðunum hjá abba sínum – ella ommu síni.
Allir menninir í Maverick stemmaðu uppá í Bigga ella Beinir. Allir hipstararnir í Sirkus stemmaðu uppá Hervør ella Ingilín.
Eg skilti at Maverick skipar fyri afterparty aftaná Sjómannadagin. Sirkus skipar fyri afterparty aftaná Gay Parade.
Munir í politikki
Og tað er ikki bara á barrunum, at tað er munur. Tað er tað eisini á allar ovastu rók.
Tá býráðsval hevur verið í Havn, verða fólk svøk eftir at fáa borgarstjórasessin. Tráanin eftir teirri ultimativu maktini í býnum ger fólk blind og eirindaleys. Tað er politiskur blóðrúsur. Sovnar tú áðrenn alt er liðugt, so vaknar tú dagin eftir sum eitt politiskt lík við ongari makt og rygginum fullum av knívum.
Klaksvíkingar eru meira laid back. Meira seigir í tí.
Í november sorlaði Fólkaflokkurin øll onnur sundur við fimm býráðslimum.
Men tá sjónvarpið vísti vinnaraliðið valkvøldið, var eingin gleðisrúsur. Tey stóðu hendur í lumma. Hendur aftan bak. Hugdu niður.
Beinleiðis samrøðan við tann stóra toppskoraran, Atla í Árnafirði, fer í søguna. Allir føroyingar sóu tann stóru sigursharran í svørtum boblujakka tykjast vera mestsum keddur av at veljararnir høvdu lagt hesa byrðuna á hann.
Jú jú, hann mátti treyðugt viðganga at tað vanliga var, at toppskorarin á tí vinnandi listanum bleiv borgarstjóri, og at tað eisini stóð honum í boði. Men tað var týðuligt, hann ongan hug hevði til tað.
Og meðan eingin í Havn torir at sovna valkvøldið, segði Atli tey legendarisku orðini: ”Eg ætli mær at sova uppá hetta her, og eg má eisini tosa við konuna um eg skal taka av ella ikki.”
Ímyndið tykkum Suðurpólin í 1911. Amundsen hevur strítt seg allan vegin fram, men beint áðrenn hann skal seta tann fótin á tað allar sunnasta punktið á planetini sigur hann: "Nei, gott er. Eg haldi eg fari bara heim í song".
Ella ímyndið tykkum mánan í 1969. Rúmdarfarið hevur sett seg, Armstrong skal bara stíga niður á mánasandin, men so sigur hann: "Tað stendur mær í boði at vera fyrsti maður á mánanum, men eg veit ikki ordiliga. Eg vil heldur sleppa heim í song".
Ella ímyndið tykkum Heðin Mortensen eftir valsigurin í Havn í fjør: "Nei, eg tími ikki allíkavæl. Eg fari bara heim í song".
Tað er óhugsandi! Eingin í verðini hevði gjørt tað - uttan ein maður úr Árnafirði.
Eingin veljarar í verðini høvdu heldur góðtikið tað - uttan teir úr Klaksvík.
Klaksvíkingar hildu tað heilt ókey at Atli, sum hevði kjansin at seta seg í borgarstjórassin longdist meira eftir at leggja seg í sína egnu song.
Hann hevði stillað upp, hann hevði ført valstríð, hann hevði vunnið, hann hevði volað – men hann tímdi ikki allíkavæl. Hann fór heim at sova – og dagin eftir kundi hann so geva konuni skyldina.
Og tí hendi tað heilt løgna, at Karl – einasti valdi maður í sambandslistanum – sum fyrsti maður í søguni, bleiv borgarstóri uppá avboð. Tí eingin annar tímdi.
Eg sigi tykkum: Klaksvík er ikki bara ólík Havnini - hon er ikki sum nakað annað stað í jørðini.
Í Havn er nú nógv sum vóna, at hesin sami hugburðin breiðir seg frá politikkinum til fótbóltin. Tí einasti kjansur hjá havnaliðunum at fáa FM steypið í ár er, at Mikkjal ger ein Atla, og ikki tímir at taka ímóti steypinum eftir síðsta dystin, men heldur fer heim í song.
Kallnummar á armin
Eg havi havt nógv ung lesandi í starvi hjá mær á Christiansborg. Tey líkjast øll.
Men farnu tvey árini havi eg havt ein klaksvíking – Alva Hjelm, elitusvimjaran tit vita. Eisini tað hevur víst mær, at tit ikki eru sum vit onnur.
Hini ungu fólkini sum hava arbeitt hja mær hava hongt ymiskt upp á veggin á kontórinum. Tit vita – idol ella búmerkir av ymiskum slag. Men eg visti at eg hevði sett ein klaksvíking í starv, tá tað, sum stutt eftir hekk á vegginum á Christiansborg var ein mynd av línuskipinum Klakki.
Og tað segði ikki so lítið um samleikan her norðuri, tá Alvi í farnu viku kom til arbeiðis við eini tatovering á arminum. Og tað var ikki nakað eksotiskt blomstur, sum ung havnafólk fáa sær. Nei, tað sum nú stendur brent inn í armin á Alva, er kallnummarið hjá Jákupi B.
Tað eru ikki nógv í Havn sum vita, hvat eitt kallnummar er fyri nakað.
KÍ
Men hóast klaksvíkingar eru øgiliga lokalir, so eru tit tað ikki fyri einhvønn prís.
Farnu tíðina hevur Norðlýsið gjørt vrøvl um, at ov fáir KÍ-arar eru á landsliðnum. Men teir eru jú allir á landsliðnum! Teir, sum ikki spæla fyri Føroyar, spæla antin fyri Kongo, Tongo, ella Bongo.
Víst eru tit lokal, men tá tað er tað globala sum skal til fyri at vinna, so er tað tað, tit gera.
Keypa HB?
Samunumtikið: Tit hava bæði beinini á jørðini - sum menninir í Maverick. Tit eru óimponerað - sum Atli í Árnafirði. Tit eru lokal - sum svimjarin Alvi. Og tit eru international - sum KÍ.
Tað tilsamans gevur tykkum eina styrki sum ger, at tit eru í ferð við at yvirtaka høvuðsstaðin. Eg meini so við:
Fyrst var tað Sisu. So var tað Okkara øl. So yvirtóku tit tann størsta og mest sentrala mentanarstovnin í Havn - Essabarr.
Tað næsta verður, at tit yvirtaka HB og B36 - og ikki bara, sum nú, teir bestu spælararnar ein og ein.
Tað verður ikki bara keðiligt hjá okkum har suðuri - tað verður eisini ein smeitur hjá Jóhann Lützen og kompaní. Tí hvat ólukkan skulu teir skriva um, tá Havnin er etin upp?
Hugsið um tað - og góða Norðoyastevnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald