Innanlands

Midnáttarsangur í regni

Veðurfrásøgnin boðar frá vátum midnáttarsangi

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-07-23 11:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurfrásøgnin boðar frá turrum veðrið tað mesta av ólavsøkuni, men tíverri heldur hetta sær ikki alla ólavsøkuna.

Ólavsøkuaftan verður turt veður allan dagin og við lítið av vindi mesta av degnum. Vindmegin verður um teir 7 metrarnar um sekundið gjøgnum dagin, men móti kvøldinum veksur hann í vindinum upp í 10 metrar um sekundið.

Vindmegin heldur sær náttina til ólavsøkudag, áðrenn hann minkar niður í 5,8 m/s um morgunin. Gjøgnum dagin veksur hann aftur, og mesta av degnum liggur vindmegin á 7 m/s.

Um kvøldið ólavsøkudag verður heldur keðiligt veður. Vindurin veksur upp í 9,4 m/s um kvøldið og um midnátt upp í 13,5 m/s. Kvøldið verður eisini vátt, tí at nógv regn verður alt kvøldið, áðrenn tað slakar av eitt sindur beint eftir midnátt. Roknast kann tí verða við einum vátum midnáttarsangi.

Vónandi broytist veðurfrásøgnin gjøgnum vikuna, so at ólavsøkan verður bæði still og turr. Veðurfrásøgnin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder