2018-07-02 08:02
Beint eftir klokkan 03 í nátt varð Miðvágs bygd vakt. Klokkan 03:15 byrjaðu fráboðanir at koma inn til løgregluna, har sagt varð frá, at onkur skeyt við fýrverki, og at fólk ikki fingu sovi fyri larmin.
Løgreglan fór í bygdina at leita, og fann nakað av fýrverki, men vita ikki hvør hevur skotið. Løgreglan koyrdi runt í bygdini eina løtu, men eingin var at finna, sum møguliga hevði skotið.
Fýrverkið, sum varð funnið var tó tikið. Vaktarleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tey vita ikki um fýrverkið er stolið ella hvussu, men um tað er so, so hevur løgreglan okkurt at ganga á, tá tann tíðin kemur. Um ikki, so verður fýrverkið beint burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald