Mikukvøldið 7. november verður aftur Miðvika í Hoyvíkar kirkju. Tá fara listamaðurin Edward Fuglø og Niels Ohrt, stjóri á Listasavninum, at greiða frá teimum sermerktu og áhugaverdu træskurðunum um nýggjatestamentligar bíbliusøgur, sum Edward Fuglø gjørdi til kirkjukjallaran í Christianskirkjuni í Klaksvík í 2013.
Niels Ohrt hevur skrivað bók um tey 10 rundu listaverkini í Christianskirkjuni. Hon hevur heitið “Boðskapurin í trænum” og verður at fáa til keyps hetta kvøldið og kann eisini verða signerað.
Hjálparmaðurin hjá Edwardi at skera lurtirnar til listaprýðið "Jesus úr Nasaret" og líma teir á tær 10 rundu træpláturnar var Sjúrður Sólstein, møbilsnikkari og lærari á Tekniska skúla í Klaksvík.
-Eg valdi ein rundan form til myndirnar, tí tað runda er eisini symbolið uppá ævinleikan, hevur Edward Fuglø sagt í onkrari samrøðu.
Hann sigur, at hann valdi at lýsa Jesusar lív og hevur fylgt kirkjuárinum. Eftir forminum og tilfarinum í kirkjuni helt Edward Fuglø, at træskurður ella trærelieffir var tað rætta.
- Hoyvíkar kirkja
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald