Innanlands

Millum 30 og 50 bilar steðgaðir í nátt

Løgreglan ger nógv burturúr at kanna ferðsluna í hesum døgum

2018-10-14 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt vóru nógv fólk í býnum. Kortini hevur ikki verið so nógv at gera hjá løgregluni.

Løgreglan tók ein fullan mann upp í Klaksvík um 19.30 í gjár, og slapp hann at sova rúsin av sær á politistøðini, annars hevur verið friðarligt, sigur vakthavandi á politistøðini.

Eisini hevur løgreglan verið úti og vitjað skeinkistøð at kanna, um alt var í lagi, og tað var tað.

Í sambandi við, at nógv verður flett í hesum døgum, hevði løgreglan eisini eitt átak, har hon steðgaði millum 30 og 50 bilum í nátt. Løgreglan veit av royndum, at nógv hugna sær við drykkjuvørum, meðan flett verður, og summi eru tí ikki før fyri at koyra bil eftir at hava flett.

Tí ger løgreglan nógv burturúr at kanna ferðsluna í hesum døgum.

Allir bilførarar, ið vórðu steðgaðir í nátt vóru tíbetur edrúir, sigur vakthavandi á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder