Ódnin, sum í fleiri dagar hevur hótt fólk og fæ í amerikanska statinum Florida, hevur nú rakt land. Fleiri staðni á hálvoynni er vatnflóð orsaka av ódnini, upplýsa amerikanskir myndugleikar.
Talan er um eina ódn, sum var mett í flokki 3 tá hon rakti land, og nú kanska verður sett niður í flokk 1, tí hon missir styrkina, meðan hon herjar yvir landi. Ódnirnar verða mettar frá 1 til 5 har 5 er tali fyri tær ógvusligastu ódnirnar. Hesin skalan er bara galdandi fyri vindmegina.
Amerikanska ódnarveðurstovan ávarar móti lívshóttandi vatnflóð um allan tann miðjara partin av Florida. Higartil eru 19 melduródnir skrásettar og 125 hús eru oyðiløgd, skrivar Reuters.
Væntað verður, at Milton fer at gera skaðar fyri milliardavirði í dollarum. CNN skrivar, at í løtuni liggja tvær milliónir fólk í streymloysi orsaka av ódnini.
Rokna við flóð upp í fimm metrar
Milton er orsøk til ógvuliga høga flóð orsaka av lága luftrtýstinum. Væntað verður, at sokallaða stormflóðin røkkur upp á fimm metrar fleiri staðni, og kann floyma fleiri kilometrar inn í landið. Floðin verður upp á tað hægsta nú einaferð fyrrapartin okkara tíð, skrivar NRK.
Flóðin verður hægst har sum miðdepilin av ódnini rakar land, og so sunnan fyri hetta økið.
- Leitið tykkum skjól, ávarar forsetin
Joe Biden, forseti helt eina sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið, har hann bað fólk, sum ikki longu eru rýmd, um at leita sær skjól. Tá varð ódnin mett til at vera í flokki 3.
- Latið tykkum ikki lumpa. Roknað verður við at hetta er ein hin ringasta ódnin, ið hevur rakt Florida í hundrað ár, og eisini tann mest oyðileggjandi, ávaraði Trump.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald