2018-10-08 17:43
Húsið hjá Mimir í Havn er nú keypt fyri tvær milliónir krónur. Tað er partafelagið Bandið, sum hevur keypt húsini.
Kringvarpið skrivar, at Bandið er eitt nýstovnað partafelag, og at tað er Martin Hansen, sum eigur felagið.
Mimir er í løtuni til viðgerðar í Skiftisrættinum, tí at TAKS hevur kravt felagið á húsagang, tí at felagið skyldaði í meirvirðisgjaldi.
Stykkið sum nú er keypt fyri tvær milliónir er 173 fermetrar. BankNordik, sum hevði veð í húsinum, hevur fingið sín art av pengunum. Kringvarpið skrivar, at pengar leypa av frá søluni, at at teir fara í trotabúgvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald