Bygningurin, sum Mimir hevur hildið til, er nú settur til sølu. Tað er Advokatskrivstovan, sum selur bygningina vegna konkursbúgvið Fríðarfelagið Mimir til hægstbjóðandi.
Grundøkið er 173 m2. Ognin er í 2. grundumráði sambært byggisamtyktini.
- Talan er um ein bygning í trimum hæddum, ið liggur sentralt fyri í miðbýnum, sum í mong ár hevur verið nýttur til frítíðarvirksemi og skeinkistað. Bygningurin sjálvur er ábygdur á stórum parti av grundøkinum, og einki parkeringspláss er tí inni á grundøkinum. Upplýsast skal, at bygningurin er í vánaligum standi.
- Ognin verður seld við tí innbúgvi, sum tilhoyrir konkursbúnum. Búgvið skilar sær rætt til frítt at velja og vraka ímillum innkomnu boðini, soleiðis sum hesi tæna búnum best ella ikki at taka av nøkrum boði, skrivar Advokatskrivstovan á heimasíðuni.
Tað var 20. mai, at Mimir hevði opið fyri seinastu ferð.
(Mynd: Advokatskrivstovan)
(Mynd: Advokatskrivstovan)
(Mynd: Advokatskrivstovan)
(Mynd: Advokatskrivstovan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald