Uttanlands

Minkanevndin: Útsøgnirnar hjá Mette Frederiksen vóru villeiðandi

Forsætisráðharrin var ikki kunnað um vantandi heimildina at krevja, at allir minkar skuldu takast av døgum, men hetta átti Forsætismálaráðið at kanna áðrenn tíðindafundin 4. november, sigur nevndin m.a. – Mette Frederiksen hevur tíðindafund í morgin klokkan níggju

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen hevur innkallað til tíðindafund í morgin

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen hevur innkallað til tíðindafund í morgin

2022-06-30 14:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Minkanevndin, sum hevur kannað umstøðurnar kring ólógligu boðini frá donsku stjórnini um, at allir minkar í Danmark skuldu takast av døgum, er nú komin við sínari niðurstøðu.

Tað var 4. november 2020, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen gav boðini um, at minkarnir skuldu takast av døgum, eftir at eitt nýtt frábrigdi av koronu varð funnið millum minkar í Danmark, og nevndin sigur, sambært donskum miðlum, m.a. TV2, at útsøgnir hennara vóru "groft villeiðandi".

Samstundis sigur nevndin, at Mette Frederiksen ikki var greið yvir, at hon ikki hevði heimild at geva hesi boðini. Hon varð fyrst kunnað um hetta um kvøldið 8. november.

Men nevndin sigur, at Forsætismálaráðið hevur borið seg sera átaluvert at, og átti ráðið at hava kannað, um heimild var at geva hesi boðini, áðrenn tíðindafundin.

Sambært DR fer danski forsætisráðharrin at hava tíðindafund í morgin klokkan níggju føroyska tíð um frágreiðingina hjá minkanevndini.

Á tíðindafundi í gjár vísti danski forsætisráðharrin aftur, at hon hevur gjørt nakað, sum eigur at enda í ríkisrættinum.

– Eg haldi ikki, at har er grundarlag fyri einum ríkisrættarmáli í hesum førinum. Eg havi gjøgnum alla tilgongdina sagt, at eg sum landsins forsætisráðharri ikki havi verið greið yvir, at har ikki var heimild, segði hon.

Borgarligu flokkarnir hava sett fram krav um, at atfinningarnar hjá minkanevndini skulu kannast av óheftum sakførarum og síðani koma við einum tilmæli um, hvørt grundarlag er fyri einum ríkisrættarmáli.

Tað var júst soleiðis tað byrjaði við ríkisrættarmálinum móti fyrrverandi ráðharranum í integratiónsmálum, Inger Støjberg, sum fekk 60 daga fongsulsrevsing fyri at hava givið ólóglig boð um at skilja at nøkur hjún í donskum flóttalegum.

Men tað krevst tó, at stuðulsflokkar hjá stjórnini taka undir við hesum, annars er ikki politiskur meiriluti fyri tí.

Eindarlistin hevur longu boðað frá, at hann er samdur við Mette Frederiksen í, at har ikki er grundarlag fyri einum ríksirættarmáli.

Hinir báðir stuðulsflokkarnar, Radikale og SF ætla sær at lesa frágreiðingina hjá minkanevndini gjølla, áðrenn teir koma við nakrari fráboðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder