2018-07-13 10:56
Nýggjastu hagtølini frá Hagstovu Føroyar um inn- og útflutning eru nú tøk.
Fyrstu fimm mánaðirnar í ár minkaði innflutningurin við 5% í mun til sama tíðarskeið í fjør. Uttan skip og flogfør var tó ein vøkstur á 5%.
Í sama tíðarskeiði minkaði útflutningurin við 12% í virði. Í nøgd minkaði útflutningurin av fiskavørum við 6%.
Dagførd og útgreinað hagtøl um útflutningin og innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald