Á Syðradali
Minningarhaldið á Syðradali byrjar kl. 13.30, og haldið í Vágstúni í Klaksvík kl. 15.
SAM siglir úr Klaksvík til Syðradals kl. 13, og bussur koyrir niðan í bygdina og oman aftur eftir haldið. Kransar verða lagdir vegna JFK Trol, Christian í Grótinum, Klaksvíkar útróðrarfelag, Klaksvíkar kommunu, Føroya fiskimannafelag og onnur, og tað verður Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri sum leggur kransin vegna Klaksvíkar kommunu.
Boðið verður til drekkamunn í suðuri í skúlanum eftir haldið.
Í Klaksvík
Minningarhaldið í Vágstúni byrjar kl. 15, tá Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini bjóðar vælkomin. Síðan verður kórsangur og felagssangur, áðrenn Atli Rasmussen heldur røðu.
Síðan verða kransar lagdir vegna Klaksvíkar Býráð, landsstýrið, Klaksvíkar útróðrarfelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag. Jógvan Skorheim, borgarstjóri leggur kransin vegna Býráðið.
Eftir hetta verður aftur kórsangur og felagssálmur, áðrenn Tummas Lervig endar haldið. Boðið verður síðan til drekkamunn í Emmaus.
Skráin fyri haldið í Klaksvík sæst her.
Tekstir til kór- og felagssang síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald