Snjólýsandi hvít var løtan – seinast eg var í sambandi við Vár. Tær komu koyrandi gjøgnum tey skínandi kavalondini inn á Dalin at døma. Tvær undirvísingar – eina franska og eina føroyska. Og tá vit skiltust umleið kl. 18, gleddust og undraðust vit øll á ta hvítu dreymaverðina, sum vit sóu allastaðni, eygað rakk - næstan myndaligt.
Fakliga virðingin ljómaði um tey øll, sum við Vár á odda hava mett, vegleitt, kritiserað, eggjað, sett krøv og mentað undirvísingarstarvsfólk á miðnámi við stórum eldhuga, síðani Námsfrøðilig Útbúgving á miðnámi varð løgd til Fróðskaparsetur Føroya, Námsvísindadeild teirra, at menna, skipa og umsita. Og soleiðis var eisini mikudagin.
Tí Vár var kyndlaberi, har hon var sett, tað vita øll, sum hava gingið saman við henni, og tað fara øll at merkja, nú hennara hendur knappliga sleptu takinum, langt áðrenn vit kundu havt ímyndað okkum og fyrireikað okkum til. Og nú standa mong og hugsa: Áh, mugu vit bera kyndilin víðari á leiðini á sama hátt sum hon!
Kyndilin fyri námsfrøði og undirvísingarfrøði á miðnámi bar Vár so hegnisliga sum nakar, tí fakið er nýtt á føroyskum grundarlagi, og hon fór inn í starvið við stórari evnisligari vitan, men enn betur - við einum brennandi hjartalagi fyri menniskjanum sum undirvísari, fyri tí skapandi undirvísaranum, fyri undirvísaranum í eini føroyskari skipan og eini føroysktmæltari mentan.
Kyndilin sum føroysktlærari og dansktlærari á miðnámi bar hon sanniliga eisini við dugnaskapi, og hon sá tørv á menning javnt og samt. Tí fór hon undir at granska, hvussu vit undirvísa í føroyskum, og hvussu vit kunnu menna lærugreinina meira og meira, so hon støðugt talar til vaksandi ættarliðið og rúmar øllum tí, sum nýggjar tíðir krevja av m.a. námsfrøðingum og lærarum. Í 2011 varð hon doktari í móðurmálsnámi- og undirvísingarfrøði. Nakað blítt og eymt hava tey, sum skrivaðu stevnumiðini í fundarsamtyktini frá jólafundinum 1888, um at seta á stovn lærugreinina føroyskt, hugt at yrkisleið Várar.
Vár bar fleiri aðrar kyndlar – alment og privat, og tað kenna øll á sær, nú sorgarboðini komu gjáramorgunin, at Vár hevði drigið seinasta andadrátt snimma, hin 13. februar. Hon var m.a. virkin at stovna móðurmálslærararfelag og stimbraði mong gjøgnum tíðirnar, tá hon gávumilt gav burtur av sínum.
Ólavur Michelsen (í Ólavsstovu), pápi Várar, setti síni spor, hóast hann fór ungur av foldum frá konu og fimm døtrum. Minnist pápa mín fleiri ferðir nevna hendan mann og hansara dirvi og virksemi. Báðir vóru teir úr Suðuroynni og í ætt úr Øravík.
At missa hann so tíðliga hevur myndað Vár, og hevur hon sum elsta dóttir og systir tikið serliga ábyrgd – eisini samfelagsliga, verið oddakvinna, eisini tí hon var tann persónligheit, hon var. Blómutyssið í Ólavsstovu við Aldu, Drós, Eir, Sólju og Vár hevur spreitt gleði, litir og treysti í samfelagi okkara; tað er ikki so løgið, at vit nemast djúpt, tá vit hoyra systramyndamálið í yrkingini hjá Gulaki Jakobsen: “Tær oyggjar rætt sum systrar, ja allar lið um lið, so vinaliga líta hvør at øðrum.” Systrarnar hava mist sína góðu, savnandi og hollu stórusystur. Móðurin Katrin hevur mist sína fyrstføddu serstøku blómu. Hon bar ljós við sær, og nú tit og vit øll syrgja, er hennara navn okkum ein áminning um vón og framskygni.
Eg siti í kavaskýming leygarkvøld og royni at festa á blað alt tað, sum Vár í Ólavsstovu stendur fyri í mínum hugaheimi, alt tað hon hevur upplýst á leið míni eisini. Vit hittust veruliga fyri góðum 15 árum síðani, tá vit báðar undirvístu norðurlendskum studentum í føroyskum bókmentum á summarskeiðnum hjá Føroyamálsdeildini. Hon var dugnalig, spennandi, kveikjandi og blíð at samstarva við. Og júst hetta: blíða lyndið og gestablídnið hava mong smakkað hjá Zakarisi og Vár. Tey lótu hetta summarið heim sítt upp fyri øllum skeiðsluttakarum og undirvísarum til eitt hugnakvøld, og nógv vinarbond vórðu knýtt aftur hesaferð. Gjøgnum árini hevur hon aftur og aftur verið ein samstarvandi inspiratión. Hetta, at tú kennir hjartafløvan, eldin fyri arbeiðinum at undirvísa í føroyskum máli og bókmentum, hevur eyðkent fakligheitina hjá Vár; og fyri skúlaskap á føroyskum og í Føroyum hava tey bæði verið sum eitt øll árini. Eitt fyrimyndarligt par á allan hátt. Og kærleikin og umsorganin fyri soninum Ólavi vóru so eyðsýnd í øllum.
Meðan eg var landsstýrisfólk, og vit totaðust við at fáa alt upp á pláss, so nýggj føroysk skipan við Námsfrøðiligari Útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar kundi fara av bakkastokki, var Vár við síni granskingargrundaðu vitan og sínum hjarta fyri undirvísingarfrøði ein hollur byggimeistari og ein fús oddakvinna, sum hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri okkum øll. Og støðugt arbeiddi hon við at betra tillaga og fáa at rigga. Nakað av tí seinasta, hon gjørdi á síni yrkisleið mitt í hesi vikuni, var saman við fýra øðrum at meta meg sum undirvísara og skriva mær eitt ummæli viðvíkjandi verkligari námsfrøði. Og eg kenni meg eyðmjúka, at eisini mær untist at fáa hesa fakligu signing hennara við á leiðini. Og má tað kunna sigast um okkum, at kyndilin var væl borin fyri skúlaskap í Føroyum, eins og Vár bar hann! Blómutyssið, hon handaði mær frá sær og deildini, har hon virkaði, stendur so fagurt og minnir á hetta og lítur gjøgnum vindeygað, har Merkið veittrar í hálvari stong fyri vænu Vár.
Eg vil takka fyri alt, hon var og alt, hon gav, meðan eg drýpi høvur um ta sorg, sum rakti tykkum hennara nærmastu og kæru, mannin Zakaris, sonin Ólav og hansara, mammuna, systrarnar og øll tykkara, eins og ætt, vinir og okkum starvsfelagar um alt landið. Gud alrar troystar veri tykkara verja og styrki í dag og í komandi tíðum!
Ærað veri minnið um Vár í Ólavsstovu!
Í Norðragøtu, 14. februar 2021
Hanna Jensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald