Fleiri av kommunum eru nú so smátt byrjaðar at minna borgarar sínar á, at loyvi skal søkjast um at brenna nýggjársbál.
Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.
Tvøroyrar kommuna minnir, eins sum fleiri aðrar kommunur, á borgararnar um hetta, og hevur á heimasíðu síni nøkur ráð til nýggjársbrenningina. Hesi eru at tá bál verður kynt, er umráðandi: Einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar og er ætlað sum brenni. T.d. træplattar, trækassar og greinar og ikki at brenna burturkast.
Tá bálið er slóknað, er umráðandi: at rudda upp og at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald