Sunnudagin, tann 24. mars 2019, var 200 ára minningarhald V.U. Hammershaimbs í Sandavági. Tiltakið var sera væl eydna. Hóðast veðrið ikki var av tí allarbesta, var fitt av fólki var møtt upp.
Byrja varð í Løgmansgarðinum, har borgarstjórin, Eyðdis H. Niclasen bjóðaði vælkomin, síðani var sangur og guitarspæl framført av nøkrum ungum stjørnuskotum. Til seinast greiddi Heini F. Petersen frá um lívið hjá V.U. Hammershaimb.
Aftaná hetta, varð fari oman á minnisvarðan at leggja kransar. Heini greiddi eisini her frá um minnisvarðan, sum bleiv 100 ár. Um kvøldið var kvøldseta í Sandavágs kirkju.
Til minningarhaldið, vóru eisini trí langabbabørn V.U.Hammershaimbs komin úr Danmark, skrivar Vága kommuna. Á myndini síggja vit tey trý systkini, saman við einum maka, formanninum í Mentanar- og Trivnaðarnevndini, Albert Ellefsen og Borgarstjóranum, Eyðdis H. Niclasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald